Alsamt fleiri prógv peika á Ukraina

Alsamt fleiri prógv peika á Ukraina
Alsamt fleiri prógv vísa, at ukrainskir skundálops-hermenn framdu atsóknina móti Nordstream-gassleiðingini, skrivar Der Spiegel
 
27.08.2023 - 18:24

26. september í fjør komu boð um lekar á gassleiðingini Nord Stream í Eystrasalti. Rørleiðingin flytur nátúrgass úr Russlandi til Týsklands.

Ukraina hevur fyrr lagt Russland undir at hava skipað fyri spreingingini, sum hendi í donskum og svenskum sjóøki. 

Danskir, svenskir og týskir myndugleikar hava kannað lekan, og tað gjørdist skjótt greitt, at talan var um atsókn móti gassleiðingini.

Skal avgreiðast í rættinum

Týski innanríkismálaráðharrin Nancy Faeser vónar, at onkur verður drigin til svars fyri álopið. 

- Eg vóni, at ákæruvaldið finnur nóg mikið av prógvum til at gerningsmenninir skulu fyri rættin. Vit mugu avgreiða slík brotsverk í rættinum. Tað styrkir álitið hjá borgarunum á lógina, tá ið vit megna at uppklára slík torgreidd mál, sigur Nancy Faeser, við Der Spiegel og ZDF.

Spurd, um hvørja politiska avleiðing tað fær, um tað vísir seg at samband er millum tey, sum framdu atsóknina og Ukraina, svarar Faeser, at hon fer ikki at koma við gitingum.

Ukraina sigur seg einki hava vit atsóknina at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283