Givin í býráðnum í Vága kommunu

Givin í býráðnum í Vága kommunu
Herborg H. Gaardlykke var 19 ár, tá hon var vald í býráðið á kommunuvalinum í 2020. Nú fer hon undir hægri lestur í Keypmannahavn
Herborg H. Gaardlykke var vald í býráðið í Vága kommunu á valinum í 2020.
 
30.08.2023 - 14:05

Herborg H. Gaardlykke er farin úr býráðnum í Vága kommunu, skrivar kommunan í dag.

Á fyrsta býráðsfundi eftir summarsteðgin, boðaði Herborg Gaardlykke frá, at hon tók seg úr býráðnum. 

Herborg H. Gaardlykke var vald í býráðið á kommunuvalinum í november 2020. Tá var hon 19 ára gomul.

Hon fer nú undir hægri lestur, og flytur til Keypmannahavnar. 

Inn fyri Herborg H. Gaardlykke er komin annar ungur býráðspolitikari, Jóhannus Hansen, úr Sandavági. 

Nevndirnar eru tí valdar av nýggjum, og tað var gjørt á býráðsfundi í gjárkvøldið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303