Sáttmálasamráðingar halda fram

Sáttmálasamráðingar halda fram
Í næstu viku vera samráðingar við Akademikarafelagið og yngri læknar.
Nú eru 11 mánaðir síðani, at sáttmálarnir hjá 14 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum fóru úr gildi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.09.2023 - 08:18

Hóast Semingsstovnurin er boðsendur í sáttmálasamráðingunum millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, halda samráðingar við onnur fakfeløg fram, sigur Jan Mortensen, leiðari á Lønardeidini.

Í næstu viku vera samráðingar við Akademikarafelagið og yngri læknar.

Nú eru 11 mánaðir síðani, at sáttmálarnir hjá 14 fakfeløgum fóru úr gildi.

Í næstu viku fer Semingsstovnurin at hava fund við felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fyrst og síðani við Lønardeildina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444