Erla Kongsdóttir tikin úr sigling í tríggjar vikur

Erla Kongsdóttir tikin úr sigling í tríggjar vikur
Stjórin á Strandferðsluni er ørkymlaður, nú sjóvegis farleiðirnar aftur eru so meint raktar
Erla Kongsdóttir skuldi avloysa Sam á kalsoyarleiðini, men girið er farið, og umvælingin kann taka tríggjar vikur.
 
07.09.2023 - 13:15

Avloysaraskipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, fer ikki í sigling fyribils, tí girið er farið, og arbeiðið tekur væntandi einar tríggjar vikur. 

Ætlanin var, at Sam skuldi verða liðugur í annaðkvøld, men arbeiðið dregur út í nakrar dagar. 

Og Ternan skal á sleipistøð í næstu viku, men kanska verður dokkingin útsett til seinni.

 

Niels Juel Arge, strandferðslustjóri. (Mynd: Vinnuhúsið)

 

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, er ørkymlaður, nú sjóvegis farleiðirnar aftur eru so meint raktar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07092023_Niels_Juel_um_starndferdslu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV