Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava vrakað semingsuppskotið

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava vrakað semingsuppskotið
Fyri løtu síðani vrakaði Felagið Føroyskir Sjúrkrarøktarfrøðingar semingsuppskotið, ið semingsstovnurin legði fyri teimum og Lønardeildini
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á Hotel Føroyum í sambandi við semingsroyndina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2023 - 17:48

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vrakaðu fyri løtu síðan eitt semingsuppskot, sum Semingsstovnurin legði fyri teimum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Harvið er semingin eisini enda, upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Klokkan tíggju í morgun settust samráðingarfólkini hjá Lønardeildini og sjúkrarøktarfrøðingarnar annars aftur saman við Semingsstovninum.

Men semingsroyndin bar ikki á mál. 

 

Byrjaðu týsdagin

Semingsroyndin byrjaði á miðdegi týsdagin. 

Tey fóru heim, tá klokkan gekk til tíggju týskvøldið.

Í gjáramorgunin hittust tey aftur klokkan níggju og sótu til klokkan níggju í gjárkvøldið.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeidin hjá Fíggjarmálaráðnum sendu boð eftir Semingsstovninum 24.august.

Tá eydnaðist teimum ikki at semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi á nýggjárinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444