Ráðharraráðið og landsstýrið eiga Norðurlandahúsið í felag

Ráðharraráðið og landsstýrið eiga Norðurlandahúsið í felag
Mentanarnevndin hevur fingið svar frá Almanna- og Mentamálaráðnum um ognarskapin hjá Norðurlandahúsinum
Almanna- og Mentamálaráðið sigur, at skal Norðurlandaráðið yvirtakast, kann tað bara gerast sambært viðtøkunum hjá húsinum.
 
22.09.2023 - 08:39

Tinglýsingin sigur ikki beinleiðis, hvør eigur Norðurlandahúsið.

Eitt gávubræv frá Tórhavnar kommunu um grundstykkið er tó tinglýst.

So Norðurlandahúsið eigur grundstykkið. 

Svarið, sum ikki er í tinglýsingini, er tó í viðtøkunum hjá Norðurlandahúsinum. Har stendur, at húsið er felags ogn hjá norðurlendska ráðharraráðnum og landsstýrinum.

 

Mentanarnevndin fingið svar

Hetta er svarið, sum mentanarnevndin hjá løgtinginum fekk frá Almanna- og Mentamálaráðnum um ognarskapin hjá Norðurlandahúsinum. 

Í viðtøkunum stendur eisini, at verður Norðurlandahúsið niðurlagt, so gera norðurlendska ráðharraráðið og landsstýrið av, hvat skal henda við tí.

Mentanarnevndin viðger uppskotið hjá Miðflokkinum um at yvirtaka Norðurlandahúsið.

Almanna- og Mentamálaráðið sigur, at skal Norðurlandaráðið yvirtakast, kann tað bara gerast sambært viðtøkunum hjá húsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV