Nýggjur formaður í Umboðsmannatinginum

Nýggjur formaður í Umboðsmannatinginum
Republikanarin Mike Johnson tryggjaði sær nóg nógvar atkvøður til at verða valdur sum formaður í Umboðsmannatinginum í USA.
 
25.10.2023 - 19:44

Við 220 atkvøðum verður Mike Johnson tan 56. formaðurin í Umboðsmannatinginum í USA, skrivar BBC. Demokraturin Hakeem Jeffries fekk 209 atkvøður.

Eingin av teimum republikansku politikarunum atkvøddi fyri øðrum enn Johnson.

51 ára gamli politikarin, sum stuðlar fyrrverandi forsetanum Donaldi Trump, varð valdur í Louisiana til Umboðsmannatingið í 2016.

Umboðsmannatingið hevur verið uttan formann, síðani republikanarin Kevin McCarthy varð koppaður í embætinum av sínum egnu fyrst í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418