Ætla at útbyggja Skansabryggjuna

Ætla at útbyggja Skansabryggjuna
Upprunaliga skuldi bryggjan vera 163.000 fermetrar, men hon minkaði 68.000 fermetrar
Farið verður nú undir fyrireikingar at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir. (Savnsmynd)
 
26.10.2023 - 08:18

Býráðið í Havn skal í dag viðgera eitt uppskot um at játta pengar til at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir.

Talan er um at játta eina millión til fyrireiking. 

Pengarnir eru í íløguætlanini hjá Tórshavnar havn fyri 2023.

Upprunaliga skuldi Skansabryggjan vera 163.000 fermetrar.

Men hon minkaði 68.000 fermetrar, tá verkætlanin var tillagað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444