Føroyingar fáa 5G um árskiftið

Føroyingar fáa 5G um árskiftið
5G er seinkað, men um ársskiftið tendrar nýggja farnetið hja Føroya Tele, sum NEMA eisini fær atgongd til
Á nýggjárinum tendrar 5G-netið í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
03.11.2023 - 08:15

Nú nærkast av álvara til, at føroyingar fáa atgongd til 5G. 

Hetta boðar Føroya Tele frá í tíðindaskrivi. 

"Tað harmar okkum, at 5G er seinkað, og at kundar framvegis ikki hava fingið atgongd til 5G og hentleikarnar, sum nýggja farnetið fer at bjóða. Nú sær tó bjartari út, og vit eru fegin um, at 5G tendrar um ársskiftið," sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.

 

Lagt um til Ericsson kjarnutøkni

Fyri einum ári síðani var liðugt at skifta sendistøðir og seta nýggjar upp. Síðani hevur arbeiðið snúð seg um at neyvstillað og leggja um til Ericsson kjarnutøknina.

Í fjør heyst skrivaðu Nema og FT Samskifti undir avtalu um, at Nema knýtir í 5G-netið, sum eru sendistøðirnar í nýggja Ericsson-farnetinum hjá Føroya Tele. Avtalan fevnir um javnsetta atgongd til sendistøðirnar, men ikki um kjarnutøknina á farnetinum.

Sostatt fáa kundarnir sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, meðan veitararnir framhaldandi tryggja kapping á marknaðinum við at hava hvør sína kjarnutøkni, har teir kunnu veita sínar serstøku tænastur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216