Ógreitt um SAS og Widerøe flúgva í vetur

Ógreitt um SAS og Widerøe flúgva í vetur
Leiðslan á flogvøllinum hevur einki frætt um flúgvingina hjá báðum flogfeløgunum
Flogfarið hjá Widerøe hevur ikki verið í Vágum, síðani vetrarferðaætlanin kom í gildi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.11.2023 - 09:59

Síðani vetrarferðaætlanin kom 28.oktober, hava SAS og Widerøe ikki verið í Vágum.

So í løtuni er Atlantic Airways einsamalt um Føroyaflúgvingina.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, hevur ikki frætt frá SAS ella Widerøe um flúgvingina hjá teimum.

Metið hjá flogvøllinum viðvíkjandi ferðafólkum verður annars sett í ár.

 

Heldur ikki flogfarið hjá SAS hevur verið í Vágum, síðani vetrarferðaætlanin kom í gildi.

 

435.000 ferðafólk

Sum gongdin hevur verið higartil ár, vera ferðafólkini okkurt um 435.000. Metið er annars frá 2019, tá ferðafólkini vóru 424.000.

Regin I. Jakobsen sigur, at tey miðaðu eftir at fáa 440.000 ferðafólk í ár, men so verður tó ikki.

Í oktober vóru 2,8 prosent fleiri ferðafólk enn í oktober 2019, og 7,7 prosent fleiri enn í oktober í fjør.

Til 1.november vóru 2,9 prosent fleiri ferðafólk enn til 1.november í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303