Bátur fór at leka - tyrlan tók báðar menninar upp

Bátur fór at leka - tyrlan tók báðar menninar upp
Bjargingin gekk væl, og menninir eru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar. Báturin rekur nú fyri vág og vind og kann vera til ampa fyri smærrið skip og bátar
Útróðrarbáturin sum er koppaður.
Mynd: KELDA: jn.fo  
 
08.11.2023 - 13:36

Dagføring, klokkan 18.00:

Útróðrarbáturin, sum var staddur fimm fjórðingar vestur úr Sands bygd, og fór at leka um middagsleitið, er koppaður runt og liggur við kjølinum uppi.

Hann rekur nú fyri vág og vind og kann vera til ampa fyri smærrið skip og bátar.

Tað var klokkan tíggju minuttir í eitt, at sjóbjargingarstøðin MRCC fekk boðini um, at báturin var í neyð.

Tveir menn vóru í bátinum. Teir væntaðu, at báturin fór at søkka, og fóru tí í flótidraktirnar og í gummibátin.

Klokkan 13.22 var bjargingartyrlan hjá teimum og tók teir upp.

Tað var frískur vindur, men tað gekk væl at bjarga monnunum. Mennirnir vóru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, upplýsir MRCC.

Útróðrarbáturin er 14 metrar langur. Vaktarskipið Brimil var á veg til bátin, men hevur slept ætlanini og er farin til aðra uppgávu, har hann skal sleipa vestanfyri.

Í sambandi við hendingina er sjóbjargingarstøðin MRCC komin við hesari siglingarávaring:

Sagt verður frá at ein útróðrarbátur er koppaður og seinast sæddur á knattstøðu 61 48’970 N og 007 07’545 rekandi vestureftir við kjølinun í vatnskorpuni.

Fleiri vraklutir reka eisini í økinum. Vrakið og vraklutir kunnu vera til ampa fyri smærri skip og bátar, sigur MRCC í siglingarávaringini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Nýggjastu sendingar í SV