Suðuroyartunnilin: Mæla til at bíða eftir tilmæli um figgingarleist

Suðuroyartunnilin: Mæla til at bíða eftir tilmæli um figgingarleist
Meirilutin í fíggjarnevndini er ímóti uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, um at brúka peningin, sum ríkisveitingin skal skerjast við, til eginfígging av tunlinum
Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu fyri jól, og samstundis viðger arbeiðsbólkur fíggingarleist fyri Suðuroyartunnil. (Savnsmynd)
 
17.11.2023 - 09:55

Samgonguflokkarnir, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, um at flyta peningin, sum ætlanin er at minka ríkisveitingina við, til Suðuroyartunnilin.

Meirilutin sigur, at undir viðgerðini er komið fram, at arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin verður skipað soleiðis, at samstundis sum undirlendiå verður kannað, verður haldføriskanning gjørd og fíggingarleistur funnin.

Meirilutin heldur tí, at rættast er bíða eftir arbeiðsbólkinum, ið eisini kemur við tilmæli um fíggingarleist, áðrenn støða verður tikin, hvussu Suðuroyartunnilin skal fíggjast.

Samgonguflokkarnir, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin í fíggjarnevndini mælir til at samtykkja uppskotið.

Sambandsflokkurin heldur, at við uppskotinum ber til at styrkja eginfíggingina, tí eftir fíggingarleistinum gevur niðurlagingin í ríkisveitingini 850 milliónir kr. í 2032.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283