Trygdin umborð er ikki í lagi

Trygdin umborð er ikki í lagi
Einans 44 prosent av MoB-bátunum á partrolarunum í Føroyum eru í lagi, og bara 45 prosent av føroysku partrolarunum gera regluligar venjingar umborð
17.11.2023 - 20:00

Trygdin á sjónum er ikki nóg góð. Tað vísir kanning, sum Sjóvinnustýrið hevur gjørt eftir samanstoytin millum Eystur- og Vesturbúgvan fyri hálvum øðrum ári síðani, tá ið Eysturbúgvin sakk.  

Kanningin vísir ítøkiliga, at einans 44 prosent av MoB-bátunum á partrolarunum í Føroyum eru í lagi, at bara 45 prosent av føroysku partrolarunum gera regluligar venjingar umborð, og bara í 68 prosentum av førunum verður hvílitíðin hildin.

Tá ið Eysturbúgvin sakk 14. apríl í fjør, og manningin leyp í havið, var manningin á Vesturbúgvanum skjót at seta MoB-bátin út og bjarga øllum monnunum á Eysturbúgvanum. Men tað kundi verið verri, um alt ikki var í lagið við MoB-bátinum.

Skipara- og navigatørfelagið vil eisini hava trygdarviðurskiftini betrað umborð.


Møði ávirkar reaktiónsevnini
Annbjørg Abrahamsen, ph.d. í arbeiðssálarfrøði, hevur gjørt kanning um møði hjá  sjómonnum. Hon vísir á, at eitt av úrslitinum var, at reaktiónsevnini hjá sjómonnum var niðursett, tá ið møðin var nógv.

Eitt annað var, at fýra ferðir so nógvar vanlukkur henda umborð á skipi í Føroyum, í mun til vanlukkur á landi.

Í Danmark er talið eitt til eitt.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418