BankNordik betri meting í ár

BankNordik betri meting í ár
BankNordik sigur, at metingin hjá Moody’s kann draga fleiri íleggjarar til bankan
BankNordik hevur nú metingina A1, sum er næst besta meting, ið Moody´s ger. (Savnsmynd)
 
20.11.2023 - 15:08

BankNordik hevur metingina A1 frá Moody’s.

Hetta er betri enn i fjør, tá metingin, ella ratingin, var A2.

A1 er næst besta meting, sum Moody´s ger.

 

Dregur íleggjarar

Nógvir stórir íleggjarar, til dømis pensjónsfeløg, gera baa íløgur í fyritøkur, sum hava kredittmeting.

BankNordik sigur, at metingin hjá Moody’s kann draga fleiri íleggjarar til bankan.

Harumframt gevur kredittmetingin BankNordik møguleika fyri at fáa betri treytir, tá ið bankin skal taka lán ella geva út lánsbrøv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV