Níggju milliónir til rættarskipanina í Føroyum

Níggju milliónir til rættarskipanina í Føroyum
Fundir hava verið millum landsstýrismannin í lógarmálum og danska løgmálaráðharran
Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismaður, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri.
 
22.11.2023 - 15:52

Rættarskipanin í Føroyum verður styrkt við 8,7 milliónum krónum frá 2024 til 2027. 

Sum liður í avtalu millum donsku stjórnina og flokkarnar á Fólkatingi hava fundir eisini verið millum landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, og danska løgmálaráðharran Peter Hummelgaard um at styrkja rættarskipanina í Føroyum. 

Fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, hava eisini virkað fyri málinum og verið við á fundum.

 

Báðir føroysku fólkatingslimirnir á fundi við Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra.

 

Raðfesta kunningartøkni

Við nýggju avtaluni, sum viðvíkur fíggjarviðurskiftum hjá øllum dómstólunum, verður meira orka sett av til ávísar avbjóðingar, sum føroyska rættarskipanin hevur havt.

Avtalan tryggjar millum annað eina uppraðfesting í kunningartøkni í sambandi við revsi- og skiftimál.

Samstundis verður tøknilig greining gjørd av tørvum og møguleikum fyri betraðum kunningartøkniligum viðurskiftum í ávísum málum, sum koma fyri í Føroya Rætti.

Ein ætlan við støði í hesi greining skal leggjast fram fyri árslok 2025, skrivar Løgmálaráðið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444