Eldragjøld hækka

Eldragjøld hækka
Næsta ár verður dýrari hjá teimum eldru at búgva í Tórshavnar Kommunu, tí gjøldini á eldraøkinum hækka
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.11.2023 - 20:24

Egingjøld á ellis- og røktarheimum og aðrar tænastur fyri eldri í Tórshavnar kommunu hækka næsta ár, umframt at heimahjálp og umlætting eisini dýrka.

Nýggju gjøldini verða úr 5.686 kr. upp í 6.561 kr. fyri lægsta gjaldið, og úr 10.538 kr. upp í 12.150 kr. fyri hægsta gjaldið. 

Kommunufelagið mælir eisini til hækkingar í gjøldum fyri umlætting og heimahjálp.

1. apríl fingu kommunur heimild til at áseta egin eldragjøld. 

Býráðsmeirilutin tekur undir við hækkingini, meðan minnilutin er ímóti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV