Nýggj gongubrúgv á Glyvrum

Nýggj gongubrúgv á Glyvrum
Heimistovubrúgvin kallast nýggja gongubrúgvin á Glyvrum, ið er ætlað til at binda vegirnar saman í sambandi við, at ein býarpark skal gerast í Heimistovubønum 
Heimistovubrúgvin eitur nýggja gongubrúgvin á Glyvrum
Mynd: Tórbjørn Jacobsen  
 
23.11.2023 - 16:00

Glyvrar hava fingið eina nýggja brúgv.

Myndir: Tórbjørn Jacobsen

Heimistovubrúgvin kallast brúgvin, ið legst afturat gomlu, grótlaðaðu brúnni um Glyvragjógv, ið brøðurnir Venzel og Jákup á Sýnuni í síni tíð laðaðu. Vakra grótbrúgvin gjørdist seinni búmerki hjá Runavíkar kommunu. 

Nýggja brúgvin er hinvegin ein gongubrúgv, ið er ætlað til at binda vegirnar saman og í sambandi við, at ein býarpark skal gerast í Heimistovubønum. 

Tað er freistandi at kalla nýggju brúnna "Bridge over a troubled road".

Nógv er millum ár og dag blivin sagt og skrivað um innkomuvegin til Runavíkar. 

Nýggi innkomuvegurin byrjar nú av álvara at taka skap. 

Enn manglar tó at leggja fyrsta strekkið inni í sjálvari Runavíkini undir jørð, so gjørligt verður at leggja ein nýggja miðbý har. 

Sí innslag í Degi og viku um miðbýarætlanirnar í Runavík frá 3. mars 2018.  

20180803_KANN_FORKOMA_MIDBYARATLAN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mai
Møti úr Betesda í Klaksvík
175616
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555