Halda fram at umvæla býráðshúsið

Halda fram at umvæla býráðshúsið
Í løtuni verður klædningurin á suðursíðuni skiftur, og takið verður umvælt
´Bygningurin, har Klaksvíkar kommuna heldur til, er frá 1974.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
27.11.2023 - 08:49

Býráðið í Klaksvík hevur gjørt av at halda fram við at umvæla býráðshúsið, sum er bygt í 1974.

Í ár eru settar av tvær milliónir krónur til arbeiðið.

Og næsta ár eru tríggjar milliónir í fíggjarætlanini.

Í løtuni verður klædningurin á suðursíðuni skiftur, og takið verður umvælt.

Næsta ár verður hildið fram við at skifta klædning, og bygningurin verður bjálvaður. 

Bygningurin verður klæddur við aluminiumsplátum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV