218 færri akfør í ár

218 færri akfør í ár
Fyrstu 11 mánaðirnar í ár vóru skrásett tilsamans 1898 nýggj akfør
Bilasølan minkar framvegis. Til 1. november vóru 218 færri nýggj akfør skrásett enn somu tíð í fjør. (Savnsmynd)
 
04.12.2023 - 09:24

Fólk keypa færri bilar nú, enn tey gjørdu í fjør.

Til 1. november vóru skrásett tilsamans 1898 nýggj akfør. Tað eru 218 færri enn til 1. november í fjør. Hetta eru stívliga 10 prosent.

Sama er at siga um november. 57 færri akfør eru skrásett í ár enn sama mánað í fjør.

Serliga persónbilarnir vóru færri. Teir vóru 33 færri í november.

Í november í ár vóru bilarnir, ella akførini, 109. Í november í fjør var talið 166.

Nakrir brúktir bilar koma til landið, men teir eru ikki nógvir.

Teir eru 260 higartil í ár, 10 fleiri enn í fjør.

Sí tøl frá Akstovuni her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV