Íbúðarbygningar seta trygdina á sjónum í vanda

Íbúðarbygningar seta trygdina á sjónum í vanda
Høgir íbúðarbygningar við Kerjalon í Havn órógva antennurnar hjá sjóbjargingarstøðini og seta trygdina hjá sjófólki í vanda 
11.12.2023 - 19:25

Hóast ávaringar og frámæli hevur Tórshavnar býráð einmælt samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið við Kerjalon á Oyggjarvegnum til høga bústaðarbygging.

Tað órógvar signalini og setir trygdina hjá sjófólkunum í vanda, um  meira verður bygt tætt við Sendistøðina uppi á Varða í Havn, har MRCC hevur átta mastrar og antennur, sum eru álitið fyri millumbylgjusignalini. 

Men nú verður eftir ætlan bygt beint við antennurnar, tí Tórshavnar býráð hevur broytt byggisamtyktina, og tað liggur í kortinum, at íbúðargfelagið Mark skal byggja beint við antennurnar.

Antennurnar uppi á Varða vórðu settar upp av fyrstan tíð í 1950-unum.

Dennis Holm, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgd fyri trygdini á sjónum, heldur, at býráðið má taka málið upp aftur til viðgerðar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, ætlar at lurta eftir teimum hoyringum, sum koma inn, og kanska gera tillagingar, men ætlanin er kortini, at Mark skal sleppa at byggja við Oyggjarvegin.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444