Jasper Van Der Heyden til NSÍ

Jasper Van Der Heyden til NSÍ
28 ára gamli álopssinnaði miðvallarin hevur júst skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ
Jasper Van Der Heyden fer at spæla í gulum næsta ár
 
13.12.2023 - 17:45

NSÍ er í holt við at fyrireika seg til tilveruna í bestu mansdeildini í fótbólti

Nú hevur ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini skrivað undir við NSÍ.

Talan er um Jasper Van Der Heyden, sum upprunaliga er úr Belgien, men sum seinastu fýra kappingarárini hevur spælt í bestu føroysku deildini.

Jasper Van Der Heyden er skrásettur fyri fimm U18-landsdystir og eitt mál fyri Belgia.

 

Hevur røttu dygdirnar

Higartil hevur Jasper Van Der Heyden umboðað til AB, KÍ og 07 Vestur í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt 88 dystir og skotið 22 mál.

Í Runavík fegnast tey sum vera mann um tilgongdina av Jasper Van Der Heyden, tí talan er um ein leikara, ið hevur júst tær dygdirnar, ið NSÍ hevur manglað seinastu árini. Jasper Van Der Heyden er royndur og kvikur, hevur sera góðan bóltførleika, og so er hann málfarligur.

NSÍ-heimasíðan skrivar:

”Vit á heimasíðuni eru sera spent, nú hópurin byrjar at taka skap. NSÍ-leiðslan heldur síni kort tætt at kroppinum, so vit mugu bara bíða í spenningi fyri at vita, um fleiri leikarar eru á veg. Vit gleða okkum til at síggja Jasper ganda við bóltinum á vøllinum við Løkin.”

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283