Bjarni og Bjørk vunnu seg í Final 4

Bjarni og Bjørk vunnu seg í Final 4
Bjørk Nolsøe Isaksen og Bjarni Joensen spældu seg um vikuskiftið í hálvfinalurnar í donsku steypakappingini í flogbólti
Smassj: Bjarni Joensen og hinir í Ikast KFUM skulu spæla Final 4 í donsku steypakappingini
 
19.12.2023 - 09:20

Bjørk Nolsøe Isaksen og Bjarni Joensen spældu seg um vikuskiftið í Final 4 í donsku steypakappingini í flogbóti.

Bjørk Nolsøe Isaksen og ASV Elite, sum liggja á 2. plássi í landskappignini, vunnu greiðan 3-0 sigur á ASV Aarhus 2 í fjórðingsfinaluni og skulu spæla ímóti Brøndby VK í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni spæla Holte IF og Gentofte Volley.

Liðið hjá Bjarna Joensen, Ikast KFUM, sum annars liggur á næstaftasta plássi í landskappingini, tóku tey flestu á bóli við 3-2 sigri á Vestsjælland VK, og nú bíðar Nordenskov UIF í hálvfinaluni. Møgulig finalumótstøðulið eru Odense Volleyball og Gentofte Volley, sum spæla í hinari hálvfinaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. juni
Við Tórði á túri í prestagørðum
176104
Mánadag 3. juni
Norðurljóð 3.juni 2024
176100
Mánadag 3. juni
Morgunlestur mánadagur 3. juni 2024
175853
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 3. juni
Ber tað til at liva í alla tíð?
176165
Mánadag 3. juni
Hvør eri eg?
176164
Mánadag 3. juni
Hvar byrja vit?
176160
Mánadag 3. juni
Jólasakin
176156