Nýggja orðið er útbúgvingarrenta

Nýggja orðið er útbúgvingarrenta
Hetta er nýtt orð, sum Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, brúkti í ársfrágreiðing sínari á landsfundi felagsins í gjár
Fólk, sum taka útbúgvingar í Føroyum, eiga at gjalda útbúgvingarrentu, tá tey eru liðug, heldur formaðurn í Fiskimannafelagnum.
 
29.12.2023 - 06:17

Útbúgvingarrenta.

Hetta er nýtt orð, sum Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, brúkti í ársfrágreiðing sínari á landsfundi felagsins í gjár.

Hann segði, at myndugleikarnir lata eyguni aftur, tá teir skulu krevja inn fólksins ogn. 

Teir tora ikki eftir útbúgving­arrentuni, sum Føroya fólk eigur. 

Føroya fólk eigur og rindar fyri útbúgvingarnar, sum vera tiknar í Føroyum. 

Men tey, sum rinda, fáa lítið og einki burtur úr, segði Jan Højgaard. 

Vinningurin fer í egnar lummar hjá teimum, sum nýta okkara útbúgvingar at ríka seg upp við, segði Jan Højgaard.

Og hann segði, at útbúgvingarrentan er løtt at rokna út.

Hon er ein prosentpartur av tí yvirnormalu lønini, sum er oman fyri vanliga tímaløn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV