Kanningin hjá Varðanum Pelagic er liðug

Kanningin hjá Varðanum Pelagic er liðug
Umhvørvisárinskanningin í sambandi við, at Varðin Pelagic ætlar at byggja protein- og lýsiverksmiðju á Tvøroyri er gjørd
Undantøk frá byggisamtyktini skulu til hoyringar.
 
31.12.2023 - 14:28

Umhvørvisárinskanningin í sambandi við, at Varðin Pelagic ætlar at byggja protein- og lýsiverksmiðju á Tvøroyri er gjørd.

Hon skuldi latast Umhvørvisstovuni nú um ársskiftið, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic.

Har skal hon síðani viðgerast.

Til ber eisini at kæra góðkenningina hjá Umhvørvisstovuni, tá málið kemur so langt.

Alt hetta tekur tíð.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, væntar, at hetta tekur ein ársfjórðing.

Varðin Pelagic sleppur at byggja á Tvøroyri, tá Umhvøvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinskanningina hjá Varðanum Pelagic.

Frávikini frá byggisamtyktini skulu eisini sendast til almenna hoyring. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741