- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðflokkurin
Flokkurin virkar fyri einum samfelagi við kristnum grundarlagi, og at politiskar avgerðir, sum verða framdar, samsvara við hesa lívsáskoðan og hugsjón.
Virkað verður eisini fyri at sjúk, gomul og brekað fólk skulu hava eitt trygt og gott lív. Tað skal arbeiðast miðvíst við at minka um rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu.
Føroyar skulu ikki verða partur av ES, men í staðin fyri styrkja samstarv við lond uttanfyri felagsskapin. Í siðfrøðiligum spurningum, sum til dømis fosturtøku, virkar flokkurin fyri at ófødda barnið verður vart við lóg. Deyðshjálp verður mett sum dráp og skal tí ikki vera møgulig (wikipedia).
Les meira her
Valevni hjá Miðflokkurin
Karsten Hansen Bill Justinussen Jenis av Rana