Nýtt koppingarevni móti tuberklum

Nýtt koppingarevni móti tuberklum
Danskir granskarar frá Statens Serum Institut hava nú funnið nýtt koppingarevni, sum hevur víst seg at vera lekjandi hjá teimum, ið hava tuberklar.
 
12.07.2018 - 13:57

Hetta er fyrsta vaksinan, síðani Calmette-vaksinan kom í 20'unum. Tað skrivar danski miðilin Jyllands-Posten. 

Uppdagingin av nýggja koppingarevninum er avgerandi og verður mett at hava effektiva ávirkan í at hindra tuberklum. 

Umleið triðji hvør kring knøttin er smittaður við turberklum, og umleið 1,7 milliónir menniskju doyggja av tuberklum hvørt ár - serliga í heimsins fátækastu londum. 

Granskarar kring allan knøttin hava í fleiri ár leitað eftir eini vaksinu móti tuberklum, tí Calmette-vaksinan bara kann nýtast til at koppseta børn. 

Og tí kemur nýggja uppdagingin sera væl við, sigur Peter Andersen, sum er granskingarstjóri á Statens Serum Institut. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Nýggjastu sendingar í SV