Nón

Lívið handan jarntjaldið var gróthart
12-11-2019
Tað sigur Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum vaks upp í Rumenia undir stýrinum hjá Ceaușescu, men sum í 1984 flýddi úr Rumenia og endaði í Føroyum.

Doru Tiberiu á Torvlaðnum kom til Føroyar sum flótti fyri 30 árum síðani - í 1989. Hann giftist við Guðrið Poulsen, sum hann frammanundan hevði hitt av tilvild í Spania. Tey eiga tvey børn, og í dag livur Doru eitt vanligt lív og arbeiðir sum útróðrarmaður. 

Men fyrra partin av lívinum livdi Doru í kommunistiska Rumenia undir einaræðisstýrinum hjá Nicolae Ceaușescu.

Søgan hjá Doru er sera hørð og ógvuslig. Sum ungur las hann í fýra ár heimspeki við lærda háskúlan í Bukarest. Gerandisdagurin í Rumenia, varð fullkomiliga stýrdur av kommunistiska stýrinum. Frælsir, sum vit kenna til í Føroyum, sum eitt nú talufrælsi, vóru ikki til í Rumenia. 

Í 1974 varð Doru dømdur 18 ára fongsulsrevsing fyri idelogiskt politiskt undirgravandi virksemi, og sat hálvt sætta ár í fongsli, áðrenn hann vart leyslatin. Tíðin í fongslinum, vil Doru helst ikki tosa um, men hann sigur, at tað var ein kampur fyri at yvirliva, og stórur partur av teimum, sum hann sat í fongsli sama við doyðu av ómenniskjasligu umstøðunum.

Sum 30 ára gamal - í 1984 - gjørdi Doru av at flýggja úr Rumenia. Doru gjørdi tvær royndir at flýggja, við at svimja einar 15 kilometrar um ánna Donau, men báðar ferðirnar varð hann tikin, og koyrdur aftur í fongsil, fyrstu ferð í Rumenia og aðru ferð í Jugoslavia.

Tað eyðnaðist tó Doru at flýggja úr fongslinum, og gekk hann síðani einar 700 kilometrar úr Jugoslavia til Grikkalands. Har sníkti hann seg umborð á farmaskip til Italia, og eftir vandafulla leið, endaði Doru í Vesturtýsklandi, har hann fekk politiskt friðskjól og status sum flóttafólk í 1986.

Doru fekk loyvi at arbeiða í Spania, har hann í 1989 av tilvild hitti Guðrið Poulsen, sum var á interrail. Eftir eina miseyðnaða roynd, har hann var tikin í Danmark, eyðnaðist tað Doru at sleppa umborð á Norrønu og at sigla til Føroyar, har hann giftist við Guðrið og hava tey fingið tvey børn.
 

Lurtið eftir allari samrøðuni við Doru, har hann greiður frá, hvussu tað var at liva í Rumenia í stýrinum hjá Nicolae Ceaușescu.

 

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022