Nón

Nýggj bók: Fiskaaling í 50 ár
24-09-2020
Júst í Túni og Andrias Reinert slóðaðu fyri, tá ið alivinnan tók síni fyrstu fet. Nú er bók útkomin um P/F Fiskaaling

- Eg eri ikki sørt errin, tí Fiskaaling gjørdist ein sólskinssøga, sigur Edmund Joensen. Hann var við frá fyrsta degi, greiðir frá hvussu alt byrjaði og lýsir serliga slóðaran og undangongumannin Júst í Túni.

"Úr eyga til varandi aling" er heiti á nýggjari bók, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað, nú P/F Fiskaaling hevur 50 ár á baki. Heitið lýsir søguna hjá Fiskaaling, sum er farið frá at framleiða fisk til at framleiða vitan.

Andrias Reinert var tann stillføri vísindamaðurin, og Júst í Túni var tann andbráði slóðarin og íverksetarin. Saman høvdu teir okkurt serligt.

Rithøvundurin Helgi Jacobsen greiðir frá nýggju bókini, og lýsir hvussu Andrias Reinert og Júst í Túni løgdu frá landi og løgdu lunnar undir alivinnuna, sum í dag stendur fyri helvtini av føroyska útflutninginum.

Jóhanna Lava Køtlum er í dag stjóri á Fiskaaling. Hon er eisini abbadóttir Júst í Túni. Hon greiðir frá, hvussu Fiskaaling í dag er vorðin ein ógvuliga framkomin fyritøka, sum er farin frá at klekja rogn til at klekja gransking.

Hoyr tey trý - Helga Jacobsen, Edmund Joensen og Jóhonnu Lava Køtlum - greiða frá lutum í søguni um Fiskaaling, sum byrjaði alla alivinnuna í Føroyum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022