- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Nú havi eg verið lærari í 41 ár, og eg hevði myndlist alla somlu tíðina. Tað var tann lærugreinin, sum mær dámdi best. Hon skuldi verið høvuðslærugrein í øllum skúlum saman við tónleiki.
Soleiðis sigur Frits Johannesen, sum í hesum døgum hevur stóra listaframsýning i Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Og við hasum orðunum, setir hann karmarnar um stóran part av framsýningini. Tí tað eru serliga næmingar og tónleikarar, sum hann avmyndar á teimum 45 myndunum, ið verða sýndar fram. Har eru eisini bygdarløg og annað, men alskurin til næmingarnar og tónleikin hava fingið heiðurspláss á veggjunum.
- Tað, at vit hava hesar deiligu næmingarnar her í Føroyum, ímyndar eisini tað samfelag við liva í: At føroyingar hava rík skapandi evni.
Framsýningin er sum vant litrík og vónrík. Framsýningin hjá Frits verður komandi vikuskiftið afturat.
Hoyr Frits Johannesen seta orð á sítt arbeiði her.