Nón

Nón, TemaTýsdagur um integratión
19-09-2017
Vit eru hjástaddir, tá fólk av Filipsoggjunum hittast um standmynd av Mariu Moy, eins og fólk í útvarpsstovuni viðgera integratión

Fleiri útlendingar og fleiri tjóðskapir enn vit kanska geva okkum far um, búgva í Føroyum. Men hvussu er tað at flyta til Føroyar, hvørjar siðvenjir taka tey við sær, og hvønn týdning hevur tað at hitta sínar landsmenn og kvinnur?
Vit vóru á gátt hjá Jean Dela Cruz til eitt serligt filippinskt høvi í Klaksvík leygardagin.
Hvørjar avbjóðingar hevur tú sum útlendingur, tá tú flytir til Føroyar, og hvussu fáa vit sum samfelag best tikið ímóti teimum, sum vilja búgva her?
Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við Runu Preetey og David Im.
Hvør er samleikin, tá tú sum útlendingur hevur búð í Føroyum í sløk 30 ár? Spurningin hava vit sett Marilyn og Alex O`Campbell, ið eru ættað av Filippsoyggjunum, og sum fluttu til Føroyar í 1989, 28 og 30 ára gomul.
Enna Garðshorn Mikkelsen er útbúgvin etnologur, og saman við henni umrøða vit eitt nú hvørjir møguleikar - hvat fyri potentiali, ið er í hesum, at útlendingar flyta til Føroyar.
Almennu Føroyar hava ongan integratiónspolitikk, í Havn er hann ávegis, og í Klaksvík er hann settur í gildi. Vit spyrja Jógvan Skorðheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, um eitt nú hvønn týdning hetta hevur haft fyri Klaksvík.
Og dagsins klassikari er táttur, ið verður á skránni hvønn dag í vetur, og í dag verður borðreitt við kendum sekstiáraklassikara, sum kom út í Fjarðeysturi í 1961.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022