- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Stefan Zweig var eysturríkskur rithøvundur, ið skrivaði um Europa. Og nú Zweig er aktuellur á føroyskum, samstundis sum filmur verður vístur um sermerkta rithøvundan, viðgera og umrøða vit hvønn týdning skaldskapur hansara hevur í dag.
Vit fáa vitjan av Knúti Olsen, ið hevur umsett Zweig til føroyskt, Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, fer at meta um skaldskap og týdning Stefan Zweig, eins og Birgir Kruse, filmsserfrøðingur, fer um umrøða aktuella filmin um Zweig.
Sunnudagin fara týskarar á val til Ríkisdagin. Og hvat eyðkennir týska valið og sterka landið í Europa í dag...?
Vit umrøða og viðgera Týskland og týska valið saman við Jógvani Mørkøre, samfelagsfrøðingi, eins og Týskland eisini verður reyði tráðurin í Eyðgleiðingini, sum verður mannað av Sólvit Nolsøe og Siri Tórgarð.
Og Svøríki og Land í eygsjón verður evnið, tá Sunnuva Bæk og Svante Henryson vitja um runda borðið.
Og Dagsins sang- og tónaborna klassikara finna vit trý ár eftir deyða Stefan Zweig, nevniliga frá 1945, og vi¨The Andrews Sisters.
Tú kanst hoyra sendingina her!