Nón

Nón - bókmentir og leiklist
04-10-2017
Vónbjørt Vang sigur okkum um nýggjar bøkur, vit tosa við Christinu Hesselholdt, og frætta um nýggja leikin Morgunstjørnan yvir Wittenberg.

Morgunstjørnan yvir Wittenberg er nýskrivaður leikur, sum Eyð Matras hevur skrivað, og sum hon fer á palli við í Posthúskjallaranum í Klaksvík fríggjakvøldið. Vit hitta Eyð, eins og vit eisini tosa við Magna Husgaard, ið hevur gjørt tónleik til leikin. Eisini tosa vit við Árna Baldvinsson, ið hevur ljóssett, eins og vit hoyra brot úr nýggja leikinum, ið er skrivaður um konu Martin Luther - Katarinu von Bora.
Niva Christensen er útbúgvin mentanarsøgufrøðingur og starvast sum leiðari á Nuuk Kunstmuseum. Og í hesari samrøðuni nemur hon við eitt nú grønlendska list og Nuuk Kunstmuseum.
Vit tosa eisini við danska rithøvundan Christina Hesselholdt, ið er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Og í samrøðuni við Vónbjørt Vang, har hon trívir í nakrar nýggjar bøkur úr rúgvuni, nevnir hon m.a. Christinu Hesselholdt.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022