Nón

Nón - TemaTýsdagur um satiru
17-10-2017
Við aktuellari nýggjari satiru frá Jákupi Veyhe, og nýggjum tátti frá Hilmari Jan Hansen, og nógvum samrøðum og søguligum brotum

Hvat er góð satira? Hvat er endamálið við satiru? Og finnast nøkur tabuevni, tá talan er um føroyska satiru?
Í hvønn mun hevur satiran verið brúkt í føroyska samfelagnum? Eivindur Veyhe og Tòrður Jóhannesarson útgreina føroyska satirusøgu.
Hilmar Jan Hansen og Jákup Veyhe er royndir undirhaldarar, ið á ein sera skemtingarsaman hátt, hava viðgjørt føroyska samfelagið og nógvar av teimum typunum, ið búgva her. Og Nón borðreiðir við nýggjum tátti frá Hilmari Jan, og við nýggjari Jákup Veyhe satiru í dag.
Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale hava mangan skipað samgongu. Og vit fáa eisini vitjan av Sjúrði, sum fer at hugleiða um satiru, samfelag og politikk.
Systrarnar Ria og Súsanna Tórgarð hava sum sjónleikarar arbeitt nógv við satiru, og tað hevur Rudolf Joensen eisini. lagið er gott, tá tey trý vitja um runda borðið.
Bjarni Arge telist millum yngru aktørarnar á føroyska satirupallinum, ið eitt nú serliga gjørdi vart við seg við Føroyaportalinum, ið hann myndaði saman við øðrum føroyskum satirikarum. Vit fáa orðið á Bjarna Arge og Jóan Paula Dahl Jakobsen, sum í hesum døgum eru aktuellir við Amatøroyar ? fermenterað útvarp.
Sum politikkari stendir tú ofta fyri skotum, eins og tónin av tingsins røðarapalli eisini kann tykjast heldur satirukendir viðhvørt. Vit fáa vitjan av Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgen Niclasen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022