Nón

Nón - 60 ár síðani Stella Argus gekk burtur
26-10-2017
Vit minniast vanlukkuna við søguligum brotum, og nýggjari samrøðu við Mortan Johannesen, ið var við í leitingini eftir Stella Argus

Um vikuskiftið eru 60 ár liðin síðani Stella Argus gekk burtur, og 22 mans sjólótust. Vit minnast hesa hending við søguligum brotum úr savninum, og feskari frásøgn frá Mortani Johannesen, ið var við í leitingini eftir Stella Argus.
24. oktober andaðist Fats Dominio, 89 ára gamal. Og saman við Peturi Rouch minnast vit Fats Domino, sum hevði sera stóran týdning fyri rock and roll tónleikin í fimti- og sekstiárunum.
List og sálarheilsa kunnu avgjørt ganga hond í hond. Og hetta hevur myndlistarmaðurin Ole Wich gjørt nýtslu av á Psykiatriska Depilinum.
Og list kann eisini nýtast sum terapi. Vit hitta Vivian Sjóklett, sum er listterapeutur og námsfrøðingur.
Og í Eyðgleiðingini skifta vit orð Siri Tórgarð og Georg L. Petersen um stjórnarskipanaruppskotið.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022