Nón

Nón - Mentanar Mikudagur, bókaprát og matmentan
15-11-2017
Vit hitta m.a. Eilif Samuelsen, ið hevur umsett Utopia til føroyskt, og vitja Jóanes Nielsen og tosa um eitt nú nýggja yrkingasavnið Gudahøvd

Eilif Samuelsen hevur farnu árini umsett fleiri stórverk til føroyskt, og júst nú hevur hann latið stórverk Thomas Moore ? Utopia, í føroyskan málbúna. Vit tosa við Eilif Samuelsen um hetta stórverk.
Tað grør um gangandi fót, tá talan er um matmentan í Føroyum. Og í dag støkka vit inn á gólvið á Paname Café, ið er at finna í Gamla Bókhandili.
Vit fara eisini á gátt hjá Jóanesi Nielsen, sum í hesum døgum er aktuellur við nýggja yrkingasavninum Gudahøvd.
Og tíðarskeiðið fyri jól økist bókarúgvan av álvara, og nú stundar til árligu Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, fara vit at fregnast um hvørjar útgávur eru í væntu, tá Sjúrður Ravnsfjall frá forlagnum Sprotin og Marna Jacobsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelag vitja um runda borðið.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022