Nón

Ljóðbøkur, Christianskirkjan, og Ragnar Finsson
30-11-2017
Og í Eygleiðingini verða pensjónsnýskipanin og politikkarapensjónir viðgjørd. Eygleiðarar eru Selma Ellingsgaard og Siri Tórgarð

Tey eru fleiri og fleiri, ið brúka sonevndu ljóðbøkurnar. Vit skifta orð við Sjúrð Ravnsfjall frá forlagnum Sprotin, Steintór Rasmussen, rithøvund, og Arna Zachariassen, sum í stóran mun ger nýtslu av ljóðbókum.
Í samband við at Christianskirkjan í 2013 rundaði tey fimti, varð listarmaðurin Edward Fuglø biðin um at gera eitt listarverk til kirkjukjallaran, og úrslitið gjørdist tíggju rundir træskurðir.
Og nú hevur Nils Ohrt skrivað bók um hesi listarverk. Í gjárkvøldið varð skreytbókin Boðskapurin í trænum løgd fram í Christianskirkjuni. Og Nón var á staðnum.
Ragnar Finsson er ungur føroyskur tónleikari, sum í løtuni nemur sær tónleikaútbúgving í Svøríki. Og vit leggja út í seinra hálvleiki við einari samrøðu við Ragnar, sum 1. desember letur úr hondum nýggju fløguna As the sun sinks down.
Og í Eygleiðingini, sum verður mannað av Selmu Ellingsgaard og Siri Tórgarð, verður evnið pensiónsnýskipan og politikkarapensiónir.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022