Nón

Podcast, Geytin, og Stellurnar
07-12-2017
Og í Eygleiðingini viðgera Sólvit Nolsøe og Georg L. Petersen skattanýskipanaruppskotið

Miðling og miðlavanar eru fyri støðugum broytingum. Og eitt, sum fleiri og fleiri taka til sín, eru podcast útvarpssendingar. Men hvat er podcast, og hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir? Vit spyrja Lindu Mortansdóttir og Birgir Kruse.
Metnógvir filmar eru latnir inn til Geytan hesuferð. Vit fara at fregnast um Geytan eins og finskar filmar, nú Finnland í gjár rundaði tey 100 árini sum sjálvstøðug tjóð.
Stella Kristina og Stella Karina - ella bara Stellurnar, teljast millum vakrastu skipini, ið hava siglt undir føroyskum flaggi. Í gjárkvøldið varð nýggj bók um Stellurnar løgd fram í Stelluhúsinum í Klaksvík, og vit vóru á staðnum.
Eygleiðingin er fastur táttur hósdag, og í dag er evnið skattanýskipanaruppskotið, sum Sólvit Nolsøe og Georg Lindenskov Petersen fara at skifta orð um.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022