Nón

Nón - ummæli av bókum og jólakalendara fyri vaksin
13-12-2017
Jógvan Isaksen, Oddfríður Marni Rasmussen og Kinna Poulsen ummæla verk eftir Tórodd Poulsen, Vónbjørt Vang, Jóanes Nielsen og GUT/Productions

Jógvan Isaksen ummælir tríggjar bøkur: Úr myrkrinum, ið er bók, sum Kinna Poulsen hevur skrivað um listarmannin Tórodd Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi, ið er yrkingasavn eftir Tórodd Poulsen, og Fractura Nasi, ið er ferðafrásøgn, sum Høgni Mohr hevur skrivað.
Djúpini er yrkingasavn, ið Vónbjørg Vang hevur skrivað, og hetta savnið ummælir Oddfríður Marni Rasmussen.
Eisini ummælir Kinna Poulsen yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen, og GUT/Jólakalendaran hjá GUT/Productions.
Og hvat eyðkennir ein góðar kærleikssang? Hendan spurning seta vit Ólavi Olsen, ið er tónleikari og tónleikalærari, samstundis sum vit eisini fáa nakrar tónabornar kærleiksbitar.
Eisini hava vit vitjað Myndaódn, ið er ein serlig framsýning, sum er á skránni í jólamánaðinum í Steinprenti.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022