Nón

Fiskastovnarnir undir luppin
18-01-2018
Vit meta um fiskastovnar, útgreina primtøl, tosa við hósdagsgestin Sif Gunnarsdóttir, og eygleiða minnilutasamgonguna

Tað snýr seg um fisk, støddfrøði, mentan og politikk í dagsins Nón.
Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, fiskifrøðingar, meta um støðuna og útlini hjá fiskastovnunum.
Eitt nýtt primtal er funnið, og Gunnar Restorff greiðir frá, hvat eitt primtal er, og hvat tað skal brúkast til.
Tíðin hjá Sif Gunnarsdóttir sum stjóra í Norðurlandahúsinum er um at renna út, og hon er dagsins hósdagsgestur.
Í Eygleiðingini hugleiða journalistarnir Uni Arge og Kári Mikkelsen um minnilutasamgongur og møguleikum fyri breiðum politiskum semjum í Føroyum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022