- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Sólsmakkur, plátuprát og Dolores R'iordan
24-01-2018
Sólsmakkur er fyrsta yrkingasavnið, sum listakvinnan Rannvá Holm Mortensen letur úr hondum
Listakvinnan Rannvá Mortensen hevur skrivað sítt fyrsta yrkingasavn, Sólsmakkur. Yrkingasavnið er um feminismu, átrúnað, politikk, samfelag og menniskja. Vit hava vitjað Rannvá, og vit seta allan tann fyrra tíman av til eitt prát - um yrkingasavnið, listina og lívið, tá tað gongur við og ímóti.
Nýggjur føroyskur podcastur við heitinum Plátuprát hevur sæð dagsins ljós. Tað eru tey bæði Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, og Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, sum eru fólkini aftan fyri podcastin.
Forsangarin í Cranberries, Dolores O'Riordan, doyði í síðstu viku. Í hesum sambandi var minningarhald fyri henni og bólkinum í gamla hotellinum í Miðvági, Magenta, um vikuskiftið, og vit vóru við.
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022