- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í hesum mánaðinum rundaði heimsins fólkatal eitt nes, ið merkir at vit í dag eru 7,6 milliardir fólk á Jørðini og vit gerast fleiri og fleiri fyri hvønn dag. Hvussu og hvar veksur heimsins fólkatal? Og hvussu fer fólkatalið í Føroyum at hátta seg í framtíðini, spyrja vit í sendingini.
Mentanarvirðislønir landsins vóru í lætnar í gjárkvøldið. Vit vóru á staðnum og tosaðu við tey heiðraðu.
Hósdagsgesturin er Ólavur Hátún. Hann tosar um sín alsk til tónleik, er framvegis virkin og hevur fleiri ætlanir, hóast hann er 86 ára gamal og raktur av sjúku.
Og í endanum á sendingini, er ein samrøða við danska sjónleikaran Jens Okking, sum m.a. hevði leiklutin sum løgmaður í filminum Barbaru, hann andaðist sunnudagin. Vit hava funnið eina samrøðu, ið Birgir Kruse gjørdi við Okking í 96.
Lurta eftir sendingini.