Nón

Vindorkan í mótvindi
02-02-2018
Hví mæla ikki fleiri vindmyllur í Føroyum er eitt av evnunum í Nón, sum eisini umrøður nýggja bók um mennandi sálarfrøði

Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum, tað hevur samgongan sett sær fyri. Fleiri vindmyllur eru seinnu árini settar upp, og eftir ætlan skuldu fleiri afturat verið farnar at mala, men stígur er komin í ta grønu elorkukósina.

Ein nýggjur netmiðil hevur sæð dagsins ljós, sum m.a. vendir sær til tilflytarar og útlendingar við áhugað fyri Føroyum. Vit tosa við stovnaran Jens Hákun Leo.

Jan Mortensen er hósdagsgestur. Hann er rættiliga í brennideplinum fyri tíðina, tí hann vegna tað almenna stendur á odda fyri maratonsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Øll hava vit tíðarskeið í lívinum, har vit hava tað trupult, kenna strongd, tunglynt ella óttafull. Tað er ein nátúrligur partur av tí at vera menniskja. Millum annað hetta siga rithøvundarnir í nýggju bókini Mennandi sálarfrøði, sum kemur út í morgin. Vit tosa við høvundarnar Gitte Klein og Ann-Britt Fríðheim Mortensen.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022