Nón

Melodi Grandprix
09-02-2018
Sendingin er halgað Melodi Grandprix, nú Carlsen systrarnar skulu syngja til ta donsku kappingina leygarkvøldið

Í sendingini tosa vit við foreldrini, Victor og Mirjam Carlsen, ið eru sera spent, hvussu tað fer at gangast døtrunum leygarkvøldið.

Sanband er eisini til Danmarkar, har Vanja, Laila og Barbara greiða frá fyrireikingunum og hvussu tað kom í lag, at tær fingu møguleikan at syngja til danska Melodi Grandprix kappingina.

Eisini verður tosað við Brand Enni, sum hevur roynt seg í svensku Melodi Grandprix kappingini og Jens Marna og Petsy Tvørfoss, ið hava roynd seg í tí donsku.

Vit spyrja Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra, hví føroyska public service støðin Kringvarp Føroya, ikki skipar fyri einari føroyskari Grand Prix tónleikakapping.

Og Jacob Mouritz Olsen, Grand Prix fjepppari. greiðir frá hvat hugtekur hann við Eurovision kappingini.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022