Nón

Nón - TemaTýsdagur, vit viðgera føroyskan tónleik
06-03-2018
Vit spyrja hvussu føroyskur tónleikur hevur tað í dag, lýsa føroysku tónleikasøguna frá 1950-1999, og hitta Jens Marna Hansen og Ólav Jakobsen

Hvussu hevur føroyskur tónleikur tað í dag, og hvussu skal føroyski tónleikurin skipast í Kringvarpi Føroya? Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við Sunleif Rasmussen, tónaskald, Knút Háberg Eysturstein, tónleikara og tónleikafrøðing, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipara í kringvarpinum.
Eisini hitta vit Jens Marna Hansen, ið hevur valt tónleikin sum fulltíðaryrki, og tosa við hann um tær avbjóðingar, sum hetta hevur við sær.
Hvønn týdning hevur Musikkskúlin fyri tónleikalívið í Føroyum í dag? Hesar og aðrar spurningar seta vit Ólavi Jakobsen, ið eitt nú er leiðari fyri Musikskúlamiðnám, og útbúgvin guitarleikari á konservatoriunum í Keypmannahavn og París.
Føroyskur tónleikur er mentur munandi farnu mongu árini. Men hvør er søgan, tá talan er um føroyskan nútíðartónleik? Vit fara í fýra umførum eina musikalska snarferð, ið umfatar eina hálva øld - nevniliga árini frá 1950 til 1999.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022