Nón

Ein farri av fronskum og 70 ára fødingardagshald
15-03-2018
2. mars kundi Sprotin leggja enn eina ordabók avtrat røðini, hina átjandu, tá fransk/føroyska orðabókin varð løgd fram á hátídarhaldi á Reinsarínum

Madurin aftanfyri ordabókina, Rólant í Skorini, id er lektari í fronskum og Hanna Jensen, magistari í fronskum og føroyskum, franskur konsul og løgtingskvinna fyri framsókn, vitja í Nón, har tey greida frá orðabókagerðini og týdninginum av henni fyri næmingar, lærarar, fyri onnur áhugadi og fyri føroysku mentanina og samfelagið.

Rannvá Holm Mortensen, listakvinna og høvundi gav út í januar mánaði yrkingasavnið, Sólsmakkur. Bókmentafrødingurin og høvundin, Jógvan Isaksen ummælir savnið.

11. mars rundaði høvundurin, Sòlrún Michelsen tey sjeyti. Urd Johannesen frá Farlit, Niels Jákup Thomsen stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags og Jógvan Isaksen, høvundi og bókmentafrødingur, taka samanum og viðgera bókmentirnar hjá Sólrúni, id fevna um barnabókmentir, skald- og stuttsøgur, yrkingar og sálmar, eins og hon er týdd til m.a. týskt, norskt og danskt.

Tjóðsavnið er nýggjur stovnur, eftir at Søvn Landsins er nidurlagt. Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum kemur at greida frá arbeidinum og týdninginum av stovninum, eins og hann greidur frá, hvussu stovnurin er skipaður og hvussu hann virkar. Hvørjar framtídarætlanir eru fyri stovnin, og hvørjar spennandi verkætlanir liggja fyri framman.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022