Nón

Føroya Banki, sjúklingar uttanlands og sambandið
15-03-2018
Evnini í sendingini eru, um Føroya Banki skal latast upp aftur og at sjúklingar hava avbjóðingar uttanlands

Í góð 10 ár hevur Føroya Banki hevur verið friðaður fyri vinnuligan fiskiskap. Nú eru fleiri røddir frammi, at har ýður í fiski og mælt verður til, at bankin verður latin upp fyri vinnuligum royndarfiskiskapið. Kristian Martin Peternsen, frá felaginum Línuskip, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni og Høgni Hoydal Landdstýrismaður í fiskivinnumálum skifta orð, hvat skal gerast við Føroya Banka.


Hevur sambandsflokkurin valt eina meira konservativa kós? Nú flokslimirnir hava vrakað Magna Laksafoss og valt Helga Abrahamsen til næstformann í flokkinum. Tað er evnið í eygleiðingini. Og eygleiðararnir Georg Lindenskov Petersen og John Johannesen.


Hvussu uppliva føroyskir sjúklingar at verða viðgjørdir uttanlands? Nýggj kanning vísir, at føroyskir sjúklingar hava relativt lítið álit á tað føroyska sjúkrahúsverkið, sjúklingajournalar koma ikki fram ella hvørva, føroyingar leita sær meiri og meiri á privatsjúkrahús, men at tey er væl nøgd við Hotel Tórshavn. Fríða í Geil Jensen, ið er ein av teimum sum hevur gjørt kanningina, greiðir frá, um tær avbjóðingar føroyskir sjúklingar uppliva uttanlands.


Vel Føroyar er heitið á tiltakið sum verður í Norðuratlantsbryggjuni. Vit tosa við fyriskipara, hvat endamálið er við tiltakinum.
 

Lurta eftir sendingini her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022