Nón

Nón, TemaTýsdagur um handverkarayrkið
20-03-2018
Tosað verður m.a. við Yrkisdepilin, Vinnuhúsið, Yrkisrættað Miðnám og lærupláss

Hvørjir eru yrkismøguleikarnir, tá talan er um handverkaraútbúgvingar í Føroyum...?
Yrkisdepilin umsitur eitt nú yrkisútbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarmál, og um eina løtu spyrja vit Janus á Ryggi, ið starvast á Yrkisdepilinum, um hvussu nógvir lærlingar eru í Føroyum og hvørjar avbjóðingarnar eru.
Klaksvíkar Sleipistøð, sum í dag eitur KSS, hevur sum mál at seta fýra lærlingar um árið. Vit hava vitjað við havnalagið, har vit hitta stjóran Frimodt Rasmussen og nakrar av lærlingunum.
Hárfríðkan er yrki og yrkisútbúgving, ið telur nógvar kvinnur. Vit fara at fregnast hjá Karin Sólsker um útbúgving og yrki.
Hvørjar vinnur mangla lærlingar og sveinar? Og hvønn týdning heldur vinnan tað hevur at ikki øll nema sær eina akademiska útbúgving, men velja sær eina yrkisútbúgving í staðin? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum.
Hvussu er støðan hjá teimum handaligu og yrkisvendu fakunum samanborið við tey meira bókliga eru millum spurningarnar vit umrøða við Magna á Lakjuni, útbúgvingarstjóra á Yrkisrættaðum Miðnámi.
Martin Mouritsen er stjóri á Føroya Musikskúla, hann spælir klarinett, hann hevur verið leiðari fyri Føroya Symfoniorkestri, og hann er eisini útbúgvin bilmekanikari. Vit fara í garaguna at fregnast.
LookNorth er fyritøka, sum framleiður ymiskar úrdráttir úr plasti. Og LookNorth er einasta virki í Føroyum, sum hevur havt ein plastsmiðlærling. Vit hitta Árna Skaale, stjóra, og Karlu Matras, ið hevur roynt hesa útbúgving.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022