Nón

Tematýsdagur um Svøríki
12-09-2018
Svenska ríkisdagsvalið hevur júst verið, og tí verður sjóneykan sett á Svøríki - søguliga, mentanarliga og aktuelt.

Hvat er tað svenska, ella svenskhet, sum tað eisini verður kallað? Hvørjum grundvølli stendur Svøríki á? Og er Svøríki undir broyting?
Hetta eru millum nógvu spurningarnir, ið settir verða í hesum tematýsdegnum um Svøríki.
Hans Holm, landafrøðingur, lýsir landið og fólkið.
Rúna í Baianstovu, ph.d í sosialum arbeiði, sum arbeiðir við integratión í Svøríki, og Brandur Mortensen Nolsøe, sosiologur, sum hevur lisið í Lund í Svøríki, viðgera aktuellu politisku støðuna og rákið í Svøríki.
Volvo, Scania og IKEA eru millum mongu svensku fyritøkurnar, sum standa seg væl á altjóða marknaðinum. Bjørn á Heygum, svenskur konsul, viðger svenska vinnulívið, og hví sviar eru so sterkir á altjóða pallinum.
Astrid Lindgren skapti eitt serligt univers við Pippi Langstrump og Emil á Lønnebergi. Rakel Helmsdal hugleiðir um hetta serliga universið og setir tað í dagsins samanhang.
Stockholm telist millum vakrastu býir í heiminum. Vit fara á ferð saman við Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands, í svenska høvuðsstaðnum, har hon starvaðist í eitt áramál.
Torbjörn Nyström er svii, sum hevur búð í Føroyum seinastu 25 árini. Vit tosa við hann um, hvat tað svenska er, um uppvøkstur og svenska herin, og hvussu hann sær Svøríki í dag.
Í triðja tímanum fara vit eina snarferð gjøgnum svensku tónleikasøguna saman við Knút Háberg Eysturstein, og vit spæla kendan svenskan tónleik.
Tematýsdagur um Svøríki kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022