Nón

Nón - Hvalastøðin við Áir og løgmansshúsini í Vík
13-09-2018
Eisini fara vit á biltreff í Fuglafirði og fregnast um framsýningina Kringsýni hjá Bjarne Werner Sørensen

Sunda kommuna hevur sum hin fyrsta av føroysku kommununum tikið tey 17 Heimsmálini, ið ST hevur sett á skránna, til sín.
Vit spyrja Heðin Zachariassen, borgarstjóra, eitt nú hví kommunan hevur tikið hetta stigið og um tað eru ávís punkt, ið Sunda kommuna hevur serligan áhuga fyri.
Vit vitja eisini Hvalastøðina við Áir, har vit hitta søgufrøðingin Erland Viberg Joensen og Martin Mørk.
Eisini verður kósin sett til Haldórsvíkar, har Eilif Samuelsen, ið eitt nú bæði hevur verið løgtings- og landsstýrismaður, fer at siga okkum um húsini og fyrsta løgmannin eftir Heimastýrislógina, Andrass Sameulsen.
Í summar varð á fyrsta sinni skipað fyri einum biltreffi í Fuglafirði við serligum bilum, og vit vóru eitt nú ein biltúr saman við borgarstjóranum í Fuglafjarðar kommunu, Sonna á Horni, í gamla Land Cruiser sløkkiliðsbilinum. Eisini hitta vit Johnny Nón og Dánjal Paula Poulsen.
Í morgin letur framsýningin Kringsýni við list eftir Bjarne Werner Sørensen upp á Listasavni Føroya. Vit hitta listarmannin, og stjóran á savninum Nils Ohrt.
Eisini leita vit aftur á samrøðu, sum vit gjørdu við Hans Keiding um sendirøðina På eventyr í Norden, sum í kvøld 13. september klokkan 19 verður send á DRK við undirheitinum Det færøske refugium.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022