Nón

Tematýsdagur um tað góða arbeiði
25-09-2018
Hvønn týdning hevur eitt gott arbeiði? Hvat er eitt gott arbeiðspláss? Og gevur tað yvirhøvir meining at arbeiða?

Í hesum Tematýsdegnum viðgera og umrøða vit meiningsfulla arbeiðið og hvat skal til fyri at arbeiði gevur meining.
Hevur dagliga arbeiðið ella yrkið størri týdning fyri okkara samleika í dag enn tað hevði fyrr? Tað er ein av spurningunum, ið vit seta Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi og professara, tá vit lýsa arbeiði í søguligum perspektivi.
Hvat eyðkennir tað góða arbeiðsplássið? Vit spyrja Helga Rasmussen, organisasjóns psykolog, ið hevur skrivað bókina ?Finn teg í organisasjónini?.
Vit fara eisini at skifta orð um tað meiningsfulla arbeiðið, tá Theodor Eli Dam Olsen, prestur, fyrst í seinna tíma kemur á gátt.
Hvussu verður arbeiðslívið lýst í føroyskum bókmentum? Vit fara at fregnast saman við Jógvani Isaksen, rithøvunda og bókmentafrøðingi.
Arbeiði myndar stóran part av okkara samleika, men hvussu ávirkar hetta okkum, um vit gerast arbeiðsleys? Jóhanna Andreasen starvast sum kveikjari hjá ALS.
Tematýsdagurin í Nón hesaferð snýr seg um tað arbeiði.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022